2013-07-24 23:31
Norðborg og Christian í Grótinum, sum samtrola, sigla báðir inn fullfermdir.
Christian í Grótinum fer fyrst á Fuglafjørð við einum troli, teir verða á Fuglafirði um ein tíma, so fara teir í Ánirnar at landa uml. 660 tons.
Umborð á Norðborg framleiða teir enn, væntandi verður liðugt um miðnátt, tá fara teir á Fuglafjørð at bunkra, teir byrja at landa í Ánunum kl. 8 í morgin.
Jón Rasmussen, skipari sigur, at tað hevur viðrað væl hendan túrin, teir loystu úr Ánunum næstseinasta sunnukvøld, so túrurin er smá 10 døgn.
Norðborg kemur at hava 485 tons í sildafløkum, 785 tons av skráskornum makreli, 160 tons av mjøli og 220 tons av lýsi.
Væntandi fara teir nýggjan túr fríggjakvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald