Vinna

Norðborg landar í Norðhavnini í morgin

...

2021-08-15 17:47 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Norðborg er komin undir land norðanfyri, har teir bíða eftir at sleppa til bryggju í Fuglafirði, teir skulu í kvøld bunkra í Fuglafirði og pumpa 200m3 av lýsi í tangarnar hjá Havsbrún. 

Í morgin kl 8 skulu teir landa í Norðhavnini, teir hava 1.121 tons av frystum, harav 170 tons eru heilfryst og 1.051 tons eru heysaður makrelur, harafturat hava teir 110 tons av mjøli og 200m3 av lýsi.

Teir hava fiskað í altjóða sjógvi norðanfyri føroyska markið.

Hans Klakkstein skipari sigur, at teir sigla aftur seint mánakvøldið, tá gongur leiðin aftur í altjóða sjógv.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder