2021-08-29 18:52
Norðborg var fyrr í dag á Fuglafirði, har teir bunkraðu og pumpaðu lýsi í tangarnar hjá Havsbrún, teir høvdu 200 m3 av lýsi.
Í kvøld landa teir í Ánunum, teir hava 1.148 tons av frystum og 110 tons av mjøli, sigur skiparin Hans Klakkstein við okkum á JN.fo.
Teir hava roynt bæði í altjóða- og føroyskum sjógvi norðanfyri.
Norðborg fer nýggjan túr í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald