2021-06-17 06:09
![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Norðborg kom í Ánirnar í gjárkvøldi við fullari last - 1.340 tons, sum teir landa í dag.
Norðborg hevur roynt eystur úr Føroyum, fiskiskapurin hevur brúkligur, sigur Jóhan Isaksen skipari, hann sigur, at tað hevur verið blandað fiskarí við sild, makreli og svartkjafti. Teir landa 420 tonns av makreli, 830 tons av sild og 90 tons av mjøli.
Skiparin sigur, at teir sigla aftur fríggjamorgunin, tá fara teir fyrst at gera pelatrekk, sum hini skipini hava gjørt. So fara teir til fiskarí.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald