2021-05-29 11:00
![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Norðborg, sum hevur roynt eystanfyri Føroyar eftir svartkjafti, hevur sett kós móti landi, teir skulu framleiða í eitt døgn afturat, so fara teir á Fuglafjørð at bunkra. Mánamorgunin skulu teir landa í Ánunum, teir hava 1.350 tons av heilfrystum svartkjafti og so hava teir eisini útvið 300 tons av mjøli, segði skiparin Hans Klakkstein, tá ið vit tosaðu umborð fyrii løtu síðan.
Tað eru 27 mans við Norðborg.
??tlanin er at fara á sildaveiðu í komandi viku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald