Vinna

Norðborg landar í Ánunum leygardagin

...

2013-10-04 01:44 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Norðborg, sum hevur samtrolað við Christian í Grótinum, siglir inn. Teir koma á Klaksvík í kvøld eftir pakningi, og fara so út aftur, at arbeiða tað undan, sum teir hava í tangunum.

Norðborg landar í Ánunum leygardagin seinnapartin. Jón Rasmussen skipari sigur, at teir tá koma at hava uml. 1.150 tons av frystum, góð 100 tons av mjøli og 140 tons av lýsi.

Veðrið hevur verið gott hendan túrin, tó ruskaði eittt sindur í gjár og í dag. 

Skipini hava øll roynt eystur ímóti markinum, men í gjár fóru Fagraberg, Jupiter, Finnur Fríði, Tummas T. og Tróndur í Gøtu at leita vestureftir, men Jón Rasmussen sigur, at hann ikki hevur hoyrt frá teimum.

Norðborg fer nýggjan túr sunnudagin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder