Vinna

Norðborg landar í Ánunum í morgin

...

2021-06-30 11:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Norðborg kemur í kvøld á Fuglafjørð at bunkra, teir skulu landa í Ánunum í morgin, Norðborg hevur 1.170 gons av frystum og 50 tons av mjøli, tað frysta er 725 tons av skráskornum makreli, 370 tons av heilfrystum makreli og 75 tons av heilfrystari sild.

Norðborg byrjaði fiskiskap í føroyskum sjógvi, men teir fóru skjótt í altjóða sjógv norðanfyri at royna, har eru nógv skip, mest russisk og íslendsk og so hava Næraberg og Norðborg eisini roynt har, heilt norður á 67.15N

Norðborg fer nýggjan túr í annaðkvøld sigur skiparin Jón Rasmussen við okkum  á JN.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder