Vinna

Norðborg landar í Ánunum í morgin

...

2015-05-12 04:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Norðborg skal landa í Ánunum í morgin.

Teir komu á Fuglafjørð í dag, har teir bunkra til komandi túr. Á middegi í morgin byrja teir at landa í Ánunum.

JN.fo hevur tosað umborð - Norðborg fór avstað 1. mai, teir hava roynt sunnanfyri. Norðborg hevur 1.320 tons av frystum, harav 1.050 tons eru heilfryst og 270 tons av skráskornum, harafturat hava teir 140 tons av mjøli.

Á feltinum sunnanfyri eru heldur færri skip nú, har eru nøkur russisk, nøkur íslendsk okkurt norskt og so tey føroysku skipini - trý íslendsk skip, sum hava verið í Íslandi og landa, koma aftur á feltið seint í nátt.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder