2013-09-13 02:50
Norðborg landar hendan túrin alla veiðuna í Fuglafirði. Teir hava pumpað lýsið í tangarnar hjá Havsbrún, í dag hava teir landað mjøl og tað frysta, tað frysta verður landað til Bergfrost. Annars plagar Norðborg at landa í Ánunum, men har eru goymslurnar fullar.
Teir høvdu 1130 tons av frystum
230 tons av mjøli
230 tons av lýsi
Norðborg hevur nú gjørt 14 túrar í ár.
Vit tosaðu við Jón Rasmussen í kvøld, hann segði, at teir fara nýggjan túr kl. 8 í fyrrapartin í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald