Vinna

Norðborg landar 1.350 tons í Ánunum

...

2015-04-20 14:07 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Norðborg siglir inn fullfermd, teir fóru at sigla í gjárkvøldið, fyri løtu síðan fóru teir fyri vágnum her í Sandavági og suður gjøgnum Skopunarfjørð, teir fara fyrst á Fuglafjørð at bunkra.

Í kvøld fara teir í Ánirnar at landa tey 1.350 tonsini, harav 300 tons er heysaður svartkjaftur og 1.050 tons er heilfryst.

Norðborg hevur hendan túrin roynt einar 50 fj. sunnanfyri føroyska markið, í gjár og í fyrradagin royndu teir í føroyskum sjógvi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder