Vinna

Norðborg landaði í gjár í Ánunum

...

2021-07-19 16:41 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Norðborg landaði í Ánunum í gjár, teir høvdu 1.150 tons av frystum - 1.055 tons av makrelfløkum, 60 tons heilfrystan makrel og 35 tons av heilfrystari sild, harafturat høvdu teir 200 tons av mjøli og 140 tons av lýsi.

Norðborg hevði roynt í altjóða sjógvi norðanfyri.

Norðborg fór nýggjan túr á midnátt, teir eru áveg í altjóða sjógv, og verða á fiskileið um 8-tíðina í kvøld, segði skiparin - Jón Rasmussen - fyri løtu síðan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder