2015-07-24 20:05

Norðborg, sum hevur roynt eystanfyri eftir sild, var inni í gjár, teir landaðu góð 800 tons, harav meginparturin var sildafløk og so eitt sløð av makreli, harafturat høvdu teir lýsi og mjøl.
Í dag eru teir norðanfyri Føroyar saman við Christian í Grótinum, teir leita eftir makreli. JN.fo tosaði umborð seinnapartin í dag, teir høvdu ikki rakt við enn. ??tlanin er at leitað heilt norður ímóti markinum.
Norðanfyri í altjóða sjógvi høvdu teir frætt, at 5 russisk skip fiskaðu makrel og høvdu hampuligan fiskiskap.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald