Vinna

Norðborg kemur av 19. túri í ár

...

2013-11-08 02:31 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Norðborg liggur í løtuni norður úr Kallinum, har teir arbeiða tað seinasta undan, sum teir hava í tangunum. Norðborg hevur nú gjørt 19 túrar í ár. 

Norðborg kemur á Fuglafjørð um middagin í morgin, fyrst skulu teir bunkra, og um 20-tíðina í annaðkvøld verður byrjað at landa til Bergfrost. Goymslurnar í Ánunum eru fullar, so aftur hendan túrin verður landað í Fuglafirði.

Norðborg hevur at hava 1.315 tons av frystum, sumt heilfryst, men størri parturin sildafløk, harafturat hava teir lýsi og mjøl.

Norðborg hevur hendan túrin roynt norðanfyri, einar 100 fj. norður úr Føroyum.

Manningin telur 29.

Norðborg fer nýggjan túr leygarkvøldið.

Les eisini: >>Jupiter kemur á Kollafjørð við 1.300 tonsum av sild<<

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder