Norðborg hevur higartil í ár gjørt 15 túrar, harav eru 6 teir seinastu á makrelveiðu.
Norðborg hevur fiskað norðanfyri, teir samtrolaðu tað fyrstu vikuna saman við Christian í Grótinum, men teir seinastu dagarnar trolaðu teir einsamallir.
Norðborg kom undir land norðanfyri í gjáramorgunin, kl. 6 í morgun vóru teir í Ánunum, har teir landaðu 400 tons, síðan fóru teir út aftur í Kallsoyðarfjørð at framleiða tað, teir enn høvdu í tangunum, væntandi verða teir liðnir at framleiða mikukvøldið, sigur Jón Rasmussen, skipari á Norðborg.
Mikukvøldið verður so farið á Fuglafjørð at bunkra, hósmorgunin skulu teir aftur landa í Ánunum - hendan túrin hava teir tilsamans 1.500 tons.
Jón Rasmussen sigur, at teir væntandi fara nýggjan túr hóskvøldið ella fríggjamorgunin.
Jón Rasmussen sigur, at tað var heilt nógv av makreli at fáa, nú teir seinastu dagarnar - hann segði at onkur av teimum smærru partrolarunum fekk eini 700-800 tons. Tað hevur verið nógv meira makrelur at sæð nú seinnapartin av sumrinum, enn hvat var at síggja fyrr í ár,
Sí eisini: Fagraberg landar 1.300 tons á Tvøroyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald