Vinna

Norðborg fullfermd av sild

...

2014-10-28 01:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Norðborg siglir inn fullfermd av sildafløkum og heilfrystari sild. 

Vit tosaðu við skiparan Kristian Martin Rasmussen í kvøld. Teir hava gjørt ein skjótan túr, loystu í Ánunum sunnudagin. Teir hava roynt á uml. 64N og 5V, har vóru eisini Atlantsfarið og Slættaberg, men eingi útlendsk skip.

Kristian Martin segði, at teir hava 1.350 tons av frystum, harav 1.050 tons eru sildafløk og 300 tons heilfryst sild , sum hevur støddina 400+, harafturat hava teir 200 tons av mjøli og 150 tons av lýsi. 

Skiparin segði, at tað var fitt av sild at síggja, hon gekk í ein eystan, men tað plagar hon at gera hesa tíðina.

Í morgin kemur Norðborg á Fuglafjørð, har teir bunkra og pumpa lýsi í tangarnar hjá Havsbrún. Mikumorgunin skulu teir landa í Ánunum.

Norðborg hevur nú fiskað alla sildakvotuna, so teir fara á makrelveiðu, tá ið farið verður avstað aftur.

Manningin telur 28, eisini eru 3 skúlanæmingar við í starvsvenjing. 

Tað hevur verið buldrasligt veður hendan túrin, men tó hava teir ikki ligið bakk.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder