2015-07-10 14:03

Norðborg er farin á makrelveiðu, teir loystu av Fuglafirði kl. 3 í nátt og hava sett kós suðuryvir. Tað eru 27 mans við Norðborg, eisini eru 5 børn við hendan túrin.
Norðborg hevur ikki verið til fiskiskap síðan teir vóru á svartkjaftaveiðu seinast í mai, teir hava gjørt ymiskt viðlíkahaldsarbeiðið, segði skiparin Jón Rasmussen, tá ið vit tosað við hann í morgun.
Myndin niðanfyri er tá ið Norðborg fór fyri vágnum her í Sandavági tíðliga í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald