Vinna

Nøkur sleip hava verið seinastu dagarnar

...

2021-08-18 06:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Mánamorgunin klokkan 10 fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at ein bátur hevði brúk fyri hjálp, sum hevði fingið motortrupuleikar. Báturin var staddur eystur úr Stóru Dímun. Bjargingarbáturin Lív fór bátinum til hjálpar, og sleipaði hann til Sands har teir komu klokkan 13.

Ávegis til Havnar vóru aftur boð eftir LÍV. Hesaferð vóru boðini, at ein bátur á Skálafjørðinum var farin at leka, og tey umborð á LÍV fingu boð um at skunda sær inn á Skálafjørðin at hjálpa bátinum.
Báturin vísti seg at fáa hjálpa frá øðrum, og útkallið var avblást, tá LÍV nærkaðist Flesjunum.

Aftur í gjár klokkan 15:30 vóru boð eftir Lív. Ein smábátur var uppsteðgaður við Glyvursnes. Tað var gott verður og eingin vandi á ferð. Lív loyst eftir 5. min og var á staðnum eftir 12. min. Lív sleipaði bátin á Havnina.

Um somu tíð var ein útróðrarbátur uppsteðgaður í Kolturssundi. Baldrian sleipaði bátin til Miðvágs.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder