JN

Noktandi svar var væntað

...

2014-08-20 02:47 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Gerðarrættarformaðurin skuldi taka støðu til sítt egna avrik, so tað kom ikki óvart á, at formansskapurin í Fasta Gerðarrætti sýtti fyri at taka málið um stríðsstigini móti forskúlunum upp aftur. Tað sigur Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum, sum eisini staðfestir, at gerðarrættardómurin hevur skeiklað grundarlagið undir samráðingunum millum Pedagogfelagið og almennu arbeiðsgevararnar.

1. august boðaði formansskapurin í Fasta Gerðarrætti ??? tað er Halgir Winther Poulsen, gerðarrættarformaður, og Gurið Joensen, næstforkvinna ??? frá, at rætturin ikki fer at taka málið um stríðsstigini hjá Føroya Pedagogfelag móti landsins forskúlum upp aftur.
Tað hevði Pedagogfelagið biðið um, tí felagið hevur víst á feilir í viðgerðini hjá Fasta Gerðarrætti. Millum annað vóru útsøgnir á einum óformligum fundi brúktar sum grundarlag fyri úrskurðinum, og rætturin helt seg ikki til freistirnar í sáttmálanum um Fasta Gerðarrætt.

Væntað úrslit
Men hóast feilirnar kemur tað als ikki óvart á Maud Wang Hansen, forkvinnu í Føroya Pedagogfelag, at formansskapurin sýtti at lata málið ganga um aftur við øllum átta gerðarrættardómarunum.
???Halgir Winther Poulsen var sjálvur gerðarrættardómari í málinum, og sum gerðarrættarformaður skuldi hann eisini taka støðu til okkara umbøn um uppafturtøku. Harvið skuldi hann taka støðu til sítt egna avrik, so tað undrar meg als ikki, at svarið varð nei. Tað er so enn ein veikleiki við Fasta Gerðarrætti, sum hetta málið hevur avdúkað ??? at tann kærdi sjálvur er kærumyndugleiki???, sigur Maud Wang Hansen, sum annars sjálv situr í nevndini fyri Fasta Gerðarrætti.
???At eg siti í nevndini ger, at eg kenni eina eyka ábyrgd av, at skipanin við Fasta Gerðarrætti riggar væl, og at hon er til gagns fyri teir partar, sum hava gjørt avtalu um Fasta gerðarrætt. Og tað haldi eg ikki, at hon ger, tá rætturin kundi koma til ta niðurstøðu, hann kom til seinast, og eftir at hava arbeitt í andsøgn við fyriskrivaðu mannagongdirnar???, sigur hon.

Onnur grundgevingSjálvt upprunamálið snúið seg um flokkingina av námsfrøðingastørvunum í landsins forskúlum. Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF, hava verið í samráðingum um hetta í longri tíð, og freistin fyri at fáa eina semju var sett til 1. mai í ár.
Tá samráðingarnar um eina flokking fyri námsfrøðingarnar í forskúlunum ikki førdu til nakra semju, vendi KAF sær til Semingsstovnin. Semingsstovnurin vísti málið frá sær, og helt seg ikki hava heimild at fara inn í malið, tí talan var um eitt flokkingarmál.
Pedagogfelagið lýsti síðani fyrst forboð fyri limir sínar at søkja størv í forskúlunum og síðani eisini arbeiðssteðg á forskúlunum at fara í gildi, tá skúlaárið byrjar.
Tað vóru hesi stríðsstigini, ið KAF hevði kært til Fasta Gerðarrætt við kravi um at tey vórðu dømd óheimilað at vera. KAF helt nevniliga upp á, at Pedagogfelagið ikki vildi samráðast um málið.
Fasta Gerðarrættur gav KAF viðhald í, at stríðsstigini vóru óheimilað, og tók ikki støðu til triðja punktið um at Pedagogfelagið noktaði at samráðast, sum tey førdu fram.
??rskurðurin kemur við einari niðurstøðu, sum forkvinnan í Pedagogfelagnum heldur vera stak margháttliga, nevniliga at størvini í forskúlunum longu er flokkað, og at dagstovnasáttmálin skal vera galdandi í forskúlunum. ??rskurðurin sigur, at Pedagogfelagið hevur ikki tikið ítøkilig stig undir seinastu sáttmálasamráðingum til at broyta hetta. Tí vóru stríðsstigini óheimilað sambært úrskurðinum.
???Hetta er ein sera løgin niðurstøða, tí tað var júst hetta sum samráðingarnar snúu seg um, og tað vita báðir partar, sum jú høvdu samráðst í meira enn eitt ár um flokking av námsfrøðingastørvunum í forskúlunum. Tað letur seg snøgt sagt ikki gera at fylgja sáttmálanum fyri dagstovnar í forskúlunum og tað átti formaðurin í Fasta Gerðarrætti at skilt, um hann hevði sett seg nóg væl inn í viðurskiftini í sáttmálanum og í tær tingingar, sum eru farnar fram í meira enn eitt ár???, sigur Maud Wang Hansen.
Hon vísir á, at støðan í løtuni er hon, at tað nú eru tveir sáttmálar sum regulera virksemið í forskúlunum - dagstovnasáttmálin ásetur lønina fyri námsfrøðingarnar og lærarasáttmálin ásetur arbeiðstíðina.

Null skilvísiMaud Wang Hansen slær eisini fast, at grundgevingin hjá Fasta Gerðarrætti ger tað ómøguligt hjá fakfeløgunum at sýna nakran sum helst fleksibilitet í sáttmálasamráðingum fram eftir, ella tá aðrar avtalur skulu gerast millum fakfelg og arbeiðsgevarar.
???Vit fara í øllum førum ikki longur at gera fleksiblar fyribils loysnir í serligum málum, meðan samráðst verður við mótpartin fyri í felag og friði at finna fram til tær bestu og mest konstruktivu, varandi loysnirnar???, sigur hon.
???Vit høvdu eitt klassiskt stríð um flokking við KAF. Tað endaði við, at vit tóku nøkur stríðsstig, og mótparturin vildi hava Fasta Gerðarrætt at ógilda tey. Tað er, sum tað skal vera, tí soleiðis eru spælireglurnar. Men tað eru grundgevingarnar hjá Fasta Gerðarrætti, sum eru heilt burtur við, og sum gera, at tað fram eftir verður ómøguligt at byggja nakað sum helst á sínamillum álit. Eg eri ikki løgfrøðingur, men tað eigur heldur ikki vera neyðugt at vera tað fyri at meta um, hvat er rætt og rímiligt, og um skilvísi liggur aftanfyri niðurstøðurnar. Og tað haldi eg ikki, tað ger í hesum málinum???, sigur Maud Wang Hansen

??t við fleksibilitetiTað var ein meiriluti í Fasta Gerðarrætt, Halgir Winther Poulsen, gerðarrættarformaður, og annar hjádómarin Durita Tausen, ið gjørdi niðurstøðurnar í úrskurðinum. Hin hjádómarin Vigdis Johannesen tók nevniliga ikki undir við honum, og var hennara niðurstøða tann, at ongin sáttmáli var á økinum, og at størvini ikki vóru flokkað.
???Grundgevingarnar taka í veruleikanum ikki støði í sjálvari kæruni, sum KAF lat Fasta Gerðarrætti. Grundleggjandi uppáhaldið hjá KAF var, at vit ikki vildu samráðast, tí vit kravdu somu løn fyri sama arbeiði, og hóast tey bjóðaðu okkum betri løn enn dagstovnasáttmálin sigur og somu arbeiðstíðir sum lærararnir, tóku vit ikki av. Men KAF hevur ongantíð sett spurnartekin við høvuðsorsøkina til, at vit yvirhøvur skuldu samráðast, nevniliga at námsfrøðingastørvini í forskúlunum ikki vóru flokkað.???
???Kortini kemur Fasti Gerðarrættur til ta løgnu niðurstøðu, at størvini vóru flokkað, tí lønin, sum nakrir námsfrøðingarnir í forskúlunum hava fingið, meðan tey hava verið partur av royndarverkætlanum í tveimum kommunum, fylgja lønartalvuni fyri dagstovnar, men fáa tillutað somu arbeiðstíðir sum lærararnir. Onkur námsfrøðingur er flokslærari og fær tí eina hægri løn, meðan onkur námsfrøðingur onga fyrireikingatíð fær. ??rslitið av úrskurðinum er tískil, at eingin greið støða er um, hvussu námsfrøðignar í forskúlunum skulu viðgerast. Tað er nú rætt og slætt upp til kommunurnar hvussu tey vilja handfara hesi viðurskifti.???
???Við hasari grundgevingini steðgar alt skilvísi upp, tí einasta orsøkin til, at vit skrivaðu undir semju í januar, áðrenn flokkingarmálini vóru liðug, var, at tað í semjuni púra greitt stendur, at hesi flokkingarmál skuldu avgreiðast innan 1. mai. Vit vóru í einari samráðingartilgongd um hetta og høvdu avtalað við KAF, at vit lótu námsfrøðingarnar arbeiða sum higartil, til vit vóru samd um eina varandi loysn. Men hesin fleksibilitetur og vilji til eina friðarliga loysn er so dyggiliga vorðin revsaður, og fram eftir verður tað eitt alt ov váðiligt prosjekt at gera nakrar sum helst fyribilsloysnir. Fasti Gerðarrættur noyðir okkum við sínum úrskurði at gera bart frá fyrsta sekundi, tá okkurt mál er millum okkum og arbeiðsgevararnar???, sigur Maud Wang Hansen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder