Vinna

Nógvur makrelur á einum stórum øki norðanfyri

...

2014-09-12 14:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Vit tosaðu við skiparan á Finni Fríða - Arna Hansen í morgun. Hann sigur, at tað er heilt nógvur makrelur í føroyskum sjógvi, og at økið er stórt har makrelurin stendur. Teir hava roynt norðuri á 64N og 1V, har fáa teir reinan makrel, men hann stendur langt vestur og eisini heilt suður ímóti føroyska landgrunninum, støddin liggur um 380 gramm.

Bæði Finnur Fríði og Tummas T. sigla inn, Finnur Fríði hevur 1.500 tons, teir skulu landa á Tvøroyri. Tummas T. er fullfermdur, teir hava 1.200 tons, sum verður landað til Faroe Pelagic í Kollafirði. 

Bæði skipini verða inni tíðliga í kvøld.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder