2014-03-25 17:05
Á tingfundinum, sum verður nú klokkan 11, standa nógvar atkvøðugreiðslur á skrá.
Løgtingið skal atkvøða um lógirnar um heimatænastu og eldrarøkt og um at lata kommununum økini 1.januar næsta ár.
Trivnaðarnevndin hevur eina rúgvu av broytingaruppskotum til uppskotini hjá Anniku Olsen, landsstýriskvinnu.
Tingið skal eisini atkvøða um uppskotini hjá Tjóðveldi um broytingar í stýriskipanarlógini. Tey uppskotini ætlar samgongan at fella, tað skrivar kvf.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald