Í dag, fríggjadagin 19. september kl. 15, verður nýggja Blákrossheimið á Nesi alment tikið í nýtslu. Nógv tiltøk eru á skránni í vikuskiftinum. Har verður vígsla, móttøka, 30 ára hald, opið hús, sangløta og blákrossmøti.
Um fólk ynskja at síggja nýggja og stásiliga Blákrossheimið á Nesi, so ræður um at fara á vitjan um vikuskifti. Tí eftir vikuskifti er heimið ikki opið fyri almenninginum; tá mugu avtalur gerast frammanundan, um onkur skal koma á vitjan. Tí hevur Blái Krossur valt at hava opið hús um vikuskifti við nógvum ymiskum tiltøkum.
Jógvan Fríðriksson og Karsten Hansen
30 ára haldið, móttøka og vígsla verður fríggjadagin 19. september klokkan 15 á Nesi.
Jógvan Fríðriksson, bispur, fer at víga húsið, og landsstýrismaðurin í heilsumálum, Karsten Hansen, ber fram eina heilsu. Olga Magnussen, leiðari á Blákrossheiminum, Dakko Petersen, formaður í bygginevndini og Sverri Steinhólm, formaður í landsnevndini hjá Bláa Krossi fara eisini at siga nøkur orð. Monika Stauss Joensen, spælir violin, og Helga Gerðalíð, klaver. Høvi er eisini at bera fram eina heilsan.
Eftir sjálva móttøkuna og fram til klokkan 19 eru starvsfólk, landsnevndarlimir, limir í bygginevndini og limir í nevndini fyri Blákrossheimið tøk at vísa fólki runt í húsinum og greiða frá arbeiðinum.
Magni Christiansen, Heðin Askham og Taborkórið
Fríggjakvøldið kl. 20 verður sangløta. Tá fara Magni Christiansen, Heðin Askham og Taborkórið at framføra. Eisini fer Sverri Steinhólm at hava eina andakt.
Kvartettin í Betesda og The Gadders
Leygardagin frá klokkan 15 til 19 er aftur opið hús, har starvsfólk, landsnevndarlimir, limir í bygginevndini og limir í nevndini fyri Blákrossheimið eru tøk at vísa fólki runt í húsinum og greiða frá arbeiðinum.
Leygarkvøldið klokkan 20 er Blákrossmøti. Tá fara Kvartettin í Betesda og The Gadders at framføra og Jens Christian Olsen hevur eina andakt. Eisini verður nógur góður felagssangur.
Parkering við Fríðrikskirkjuna
Tað eru avmarkaðir parkeringsmøguleikar við Blákrossheimið. Tí vera parkeringsvaktir, ið skipa parkeringina fríggjadagin. Tá ið fylt er upp kring Blákrossheimið, verður parkerað á Gaddavegnum og síðani á parkeringsplássinum við Fríðrikskirkjuna og við missiónshúsið. Frá kl. 14:30 fríggjadagin koyrir ein bussur hjá Hammer Shuttle ókeypis pendulfart millum Fríðrikskirkjuna og Blákrossheimið við fólki, so ikki er neyðugt at ganga allan vegin. Bussurin koyrir eisini omanaftur til Fríðrikskirkjuna og missiónshúsið eftir móttøkuna.
Fyrstu ferð í Føroya søgu
Tað er fyrstu ferð í Føroya søgu, at eitt viðgerðarheim at hjálpa rúsmisnýtarum úr misnýtslu er bygt í Føroyum, og tí er hetta ein sera stór hending í 110 ára gomlu søguni hjá Bláa Krossi Føroya, men eisini í Føroya søgu sum heild.
??ll eru vælkomin at vitja á Blákrossheiminum um vikuskifti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald