Vinna

Nógv skip bíða eftir at svartkjafturin kemur í føroyskan sjógv

...

2021-04-08 15:54 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Minst 15 russiskir trolarar eru í føroyskum sjógvi, teir bíða eftir at svartkjafturin, sum hevur verið í ES-sjógvi og altjóða sjógvi kemur í føroyskan sjógv, 6 av russisku trolarunum liggja sunnast í føroyskum sjógvi, hinir kroka undir landi mest eystanfyri.

Íslendingar og grønlendingar liggja eisini klárir - 4 íslendsk skip eru komin í føroyskan sjógv og eisini 2 grønlendsk skip.

Tey føroysku skipini, sum hava ligið í eina tíð eru øll klár at loysa.

Í fjør byrjaðu føroysku skipini at fáa svartkjaft 10 apríl, tað er tíðin, tá ið svartkjafturin plagar at koma í føroyskan sjógv.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder