Vinna

Nógv skip á Fuglafirði

...

2013-08-15 13:26 Author image
placeholder

 Tað er nógv virksemið við Fuglafjarðar havn, í morgun eru 8 skip á Fuglafirði og Akraberg kemur seinni í dag - skipini eru føroysk, russisk og kinesisk.

Havsbrún tekur ímóti nógvum makreli, fyrr í vikuni landaði Høgiklettur 1.500 tons, Saksaberg landar í løtuni 800 tons og í gjár kom Grunnabarð við 1.100 tonsum.

??lavur Nolsoe kom av 2. túri í gjár við fullari last, teir landa til Bergfrost, ??lavur Nolsoe hevur 450 tons av frystum.

3 russisk fiskiskip lossa í Fuglafirði umborð á eitt russiskt farmaskip.

Kinesiska skipið Anxinghai, sum hevur fiskað makrel í grønlendskum sjógvi, kom á Fuglafjørð í morgun við 500 tonsum av frystum, vit hava hoyrt, at Anxinghai skal á føroyska makrelfeltið, at taka ímóti makreli, men tey tíðindini eru ikki váttað enn.

Seinni í dag kemur Akraberg á Fuglafjørð við 500 tonsum, sum skal landast til Bergfrost.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder