Vinna

Nógv plantuæti á Landgrunninum

...

2014-07-04 17:56 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nøgdirnar av plantuæti eru øktar nógv seinasta mánaðin og eru nú tær hægstu, ið Havstovan nakrantíð hevur mátað.

Plantuætier fyrsti liður í føðiketunum og er sostatt grundarlagið undir øðrum lívi í sjónum. Tað er føði hjá m.a. djóraæti, sum aftur er føði hjá m.a. fiskayngli og uppsjóvarfiski. Tí er gróðurin av plantuæti í sjónum av týdningi fyri at skilja nátturligu sveiggini í fiski og øðrum lívi í sjónum, og í ávísan mun kann hann eisini geva ábendingar um framtíðarútlit.

Í samstarvi við Lívfiskastøðina í Skopun, ger Havstovan regluligarmátingarav nøgdunum avplantuæti á Landgrunninum. Í ár vístu mátingarnar, at í vár var gróðurin sum vanligt ella heldur undir miðal. Men um miðjan juni øktust nøgdirnar heilt nógv, og eru nú tær størstu, ið er mátaðar , síðan hesar kanningarnar byrjaðu í 1997.

??kingin í gróðrinum kom væl seinni í ár enn árini frammanundan. Fyri fiskalarvur hevði helst verið betri, um hann var komin nakað fyrr. Spennandi verður at síggja, hvussu verður.

Kelda: hav.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder