Ítróttur

Nógv met í vindinum á Tórsbreyt

...

2014-05-25 18:32 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Hvirlan.fo skrivar:

Fyrsta umfarð av Grand Prix á breyt fór fram í nógvum vindi, sum gjørdi at ikki vóru stórar vónir um góð úrslit. Nøkur vóru tó, sum góvu veðurguðunum skarpan gang, og í einstøkum førðum megnaði at bøta munandi um síni persónligu met hóast nógva vindin. Í teknisku greinunum var aftur hesaferð valt at hava hálva kapping, tvs einans tríggjar royndir til hvønn íðkara, ið ger at úrslitini ikki blíva so góð tey annars kundu blivi í heilari kapping.

Gentur 8-9 ár

Thora Kúrberg og Emilia Soll royndu seg á fyrsta sinni í Grand Prix, men tað sást ikki, tí tær kempaðu sum veteranar í øllum sínum kappingum. Fyrsta kappingin var 60 m, har Thora stóð á startinum. Hon rann teir 60 m uppá 12,76 sek í nógva mótvindinum.

IMG_0891

So fóru báðar til bóltkast og har gjørdu tær ikki matari enn at taka fyrstu tvey plássini. Emilia kastaði 15,44 m, meðan Thora kastaði 13,74 m. Eftir bóltkast royndu báðar seg í longdarlopi, og aftur vístu tær at tær duga síni ting. Thora leyp 2,51 og Emilia 2,47. Eitt fyrsta, tvey annað og eitt triðja pláss í fimm startum av hesum báðum, sum ongantíð hava roynt seg í slíkari kapping áður er stak flott.

Gentur 10-11 ár

Tær 10-11 ára gomlu genturnar royndu seg fyrst á 100 m og her vóru heilar fýra í reyðum. Tvey heat vóru við tveimum hvirlum í hvørjum. Í fyrsta heati royndu Barbara Anjudóttir, Børka Berg og Naina Soll seg. Tær bøttu allar um síni persónligu met í nógva mótvindinum, Børka við tíðini 17,44 sek, Barbara við tíðini 17,69 s og Naina við tíðini 18,70 s. Í næsta riðlinum royndu Natasha Anjudóttir og Rannvá Gunnarsdóttir seg. Natasha koma á mál við tíðini 16,45 s og Rannvá við tíðini 17,08 sek. Aftur megnaðu báðar at bøta um síni persónligu met í mótvindinum.

IMG_0662

Eftir sprint var hæddarlop á skránni, og her megnaðu aftur allar at koma heim við persónligum metið. Børka, Natasha og Naina lupu allar 105 cm, meðan Barbara leyp 95 cm.

So var bóltkast á skránni. Hetta gjørdist ein sera spennandi kapping, har Natasja fór við sigrinum við nýggjum persónligum metið, ið er 32,56 m. Barbara bøtti eisini um sítt persónliga met, so tað nú er 23,76 m. Børka kastaði 21,49 m, meðan Naina ognaði sær eitt persónligt et við 17,87 m.

Á 600 m, royndu Natasja, Børka og Barbara seg. Natasja kempaði allan vegin um at enda milllum tær tríggjar fremstu og eydnaðist tað við tíðini 2 min 8,59 sek. Børka, sum valdi at renna hóast trupulleikar við beininum, kom á mál ivð tíðini 2 min 24,22 sek. Barbara kom á mál við tíðini 2 min 36,8 sek. Allar tíðir eru persónlig met.

Dreingir 10-11 ár

Sigmund Johansson, Rókur Olsen, Mattias Nolsøe Isaksen og Brandur Kjartason royndu seg ímóti hinum 10-11 ára gomlu dreingjunum. Fyrsti startur var bóltkast. Her ognaði Mattias sær fyrsta pláss við at kasta 150 g tunga bóltin út á 29,57 m. Brandur, ið er yngri enn teir flestu í bólkinum, kastaði 24,06 m, ið er persónligt met. Rókur ognaði sær eitt persónligt met við 22,79 m, meðan Sigmund kastaði 19,40 m.

IMG_0816

So var 100 m á skránni. Her royndu Brandur, Mattias og Sigmund seg. Mattias var í fyrsta riðlinum, har hann vann ein tryggan sigur við tíðini 16,56 sek, ið er munandi skjótari enn hann hevur runnið 100 m áður. Brandur ognaði sær aftur eitt flott persónligt met við 18,41 s og Sigmund somuleiðis við 19,43 sek.

Í hæddarlop kom Mattias uppum í fyrstu royndini líka upp til 115 cm. Hetta gjørdi eisini munin tí hóast teir vóru tríggir, ið lupu líka langt, so ognaði Mattias sær fyrsta pláss, tí hann kláraði uppum í fyrstu royndini. 115 cm er 10 cm hægri enn Mattias hevur lopið áður.

Gentur 12-13 ár

Hesin bólkur plagar at hava góða umboðan úr Hvirluni, men hesaferð var umboðanin rakt av sjúku, so bara ein íðkari royndi seg. Tað var Leik Holm, sum royndi seg á fyrsta sinnið í hæddarlopi. Hon er nýliga byrja at venja, men hetta sást ikki, tí hóast høgu byrjunarhæddina, so kom hon trygt uppum 100 og 105 cm í fyrstu royndini. 105 gjørdist hægsta lop hjá henni, sum er persónligt met.

Dreingir 12-13 ár

Diskuskast var fyrsta greinin hjá Hjálmar Dalsgaard, Kristian D. Kúrberg, Paula Jacobsen og Silas Vagn. Her var Hjálmar í einum flokki fyri seg og vann hann við næstan trimum metrum. Hansara longsta var 20,69 m. Pauli kastaði 17,77 m, ið rakk til eitt triðja pláss, meðan Kristian kastaði 16,45 og Silas 15,76 m. Allir ognaðu sær persónlig met.

IMG_1756

100 m var síðan á skránni, og har vóru Hjálmar, Kristian og Silas aftur klárir, meðan Bárður Jóhannson byjarði sín part av grand prix við 100 m. Bárður ognaði sær eitt flott triðja pláss við  tíðini 15,33 sek. Elias kom honum á baki við tíðini 15,63 sek. Hjálmar rann teir 100 m uppá tíðina 15,83 sek og Silas 18,37 sek. Allir fingu teir kempa seg til persónlig met í mótvindinum.

Hæddarlop var triðja greinin, sum dreingirnir fóru í holt við. Elias, Hjálmar, Silas og Kristian luttóku fyri Hvirluna. Kristian hevði trupulleikar við at fáa tingini at hanga saman, meðan Silas leyp 115 cm. Hjálmar kom uppum 1,35 m, og har var serliga annað lopið á 1,25 m ein teknisk perla, sum lovar at har er gott í vantu. Elias, ið longu í fjør vísti at hæddarlop dugir hann, var tryggur uppum allar hæddir til og við 138 cm, ið bara er 2 cm frá bólkametinum. Hóast góðar royndir á 1,41 cm, so rakk tað ikki hesaferð. Elias tryggjaði sær tó fyrstapláss i kappingini. Silas og Hjálmar lupu hægri enn teir hava gjørt áður, meðan Elias einans hevur lopið hægri innandura (1,39 cm).

So var bara 600 m eftir, og her vóru Kristian, Bárður og Elias við. Teir kempaðu væl í nógva vindinum, og komu á mál við tíðunum 1 min 01,95 sek (Bárður), 2 min 8,86 sek (Elias) og 2 min 12,02 sek. Tíðin hjá Kristian er persónligt met.

Gentur 14-15 ár

Hesin bólkur, sum annars er ein tann sterkasti hjá Hvirluni, var sterkt skerdur í dag. Hetta var orsakað av skaða. Rebecka var tó trygv á startinum tá trýstøkk fór í gongd. Her hevði hon trupulleikar við atrenningini, men í síðsta lopið fekk hon eitt góðkent úrslit. Tað var 7,44 m, ið er longri enn hon hevur lopið áður. Vindurin var tó ov nógvur til at tað kann góðkennast sum met.

IMG_1291

Rebecka fór síðan til 100 m, har hon í nógva mótvindinum, kom á mál við tíðini 16,36 sek.

So var diskuskast á skránni, og her var tað bara Tinna, sum annars er mest kend sum sprintari, ið royndi seg. Tinna hevði trupulleikar við at halda diskin innanfyri rætningin, men í tirðja umfarið kom hon út á 18,34 m, ið rakk til eitt annað pláss í kappingini.

Síðsta greinin var 1000 m, og her var Rebecka aftur klár. Hon rann eina vældisponeraða kapping, og kom á mál við einum persónligum metið á 3 min 54,10 sek.

Dreingur 14-15 ár

Dánjal Dahl Ljósheim og Pauli Nolsøe Vang byrjaðu dagin við trýstøkk. Teir lupu saman við eldru bólkunum, so hetta bleiv ein óneyðuga drúgv kapping, har tað var trupult at halda hitan í kalda vindinum. Dánjal leyp 9,70 m, ið er uml 1 metur longri enn hann hevur lopið áður, meðan Pauli leyp 7,25 m í síni fyrstu kapping í trýstøkk. Hetta rakk til eitt annað og eitt triðja pláss.

IMG_1115

Báðir fóru síðan til diskuskast, har teir aftur skuldu kappast samstundis sum eldru dreingirnir. Dánjal kastaði 1,0 kg diskin út á 20,41 m, ið er góðan metur longri enn hann megnaði at kasta 750 g tunga diskin í 2013. Tað rakk til eitt trygt fyrstapláss. Pauli kom út á 13,15 m, ið rakk til triðjapláss.

So var 100 m á skránni. Her kom Dánjal á mál við tíðini 15,11 sek, meðan Pauli ognaði sær eitt persónligt met við tíðini 16,58 sek.

Síðsta greinin var 1000 m, og her var Dánjal einsamallur á startinum. Hann kom á mál við tíðini 3 min 31,04 sek, ið er persónligt met.

Dreingir 16-17 ár

Tórur Mortensen og Jákup Dahl Ljósheim vóru aftur klárir í reyðum tá trýstøkk byrjaði. Báðir hoyra teir til yngra árgangin í bólkinum, men tað var ringt at fáa eyga á, tí Tórur leyp góðan metur metur longri enn næsti maður. Hansara longsta var 12,49 m. Jákup leyp 10,74 m. Báðir lupu longri enn teir hava lopið áður, men nógvi vindurin gjørdi at met ikki kunna góðkennast.

IMG_0543

Diskuskast var næst á skránni, og her kastaði Tórur 1,5 kg tunga diskin heilar 4 m longri enn hann megnaði at kasta 1,0 kg diskin í 2013. Hansara longsta var 26,19 m. Jákup gjørdist nummar tvey við einum kasti uppá 22,20 m, ið eisini er persónligt met.

So var tað 100 m skuldi roynast. Aftur vísti Tórur stóra framgongd, tí hóast nógvan mótvind, so bøtti hann um sítt persónliga met við góðum ½ sekundi, so tað nú er 12,88 sek. Tað rakk til eitt trygt fyrstapláss. Jákup ognaði sær eitt triðjapláss við tíðini 14,35 sek.

Síðsta greinin var 1000 m, og her var Jákup aftur við. Hóast strævið program, so megnaði hann at bøta um sítt persónliga met við 14 sekundum, so tað nú er 3 min 17,73 sek. Tað rakk til eitt flott triðjapláss.

Til úrslitini hjá Tórur kann nevnast, tá hann fyri tveimum árum síðan eisini var yngstur í bólkinum, vann hann ikki eina tí einastu kapping, so relativa framgongdin er eisini stór.

Gentur 18-19 ár

Bjørk Reynagarð Svabo royndi seg í diskuskasti, har hon kastaði 1,0 kg tunga diskin út á 20,75 m, ið er longri enn hon hevur kastað áður.

IMG_4863

Eftir diskus fór Bjørk til 100 m, har hon ognaði sær enn eitt persónligt met. Tíðin gjørdist 16,24 sek.

Dreingir 18-19 ár

Diskuskast var fyrsta grein við hvirlu-luttøku. Her var tó ongantíð ivi um hvør fór at vinna, tí Hallur Simonsen er í einum flokki fyri seg. Hann avgjørdi eisini í fyrsta umfarið við einum róligum kasti. Annað kasti miseydnaðist, men fór tó útum 40 m strikuna. Hetta var hansara longsta á degnum, og var tað eisini longri enn bólkametið. Dysturin um annað pláss var tættur, men her fór Hanus Bergsson framum í síðsta umfarið við einum kasti uppá 28,50 m (persónligt met), meðan Hans Hjørleivur Magnussen kastaði 25,25 m, ið eisini er persónligt met.

IMG_4856

So var tað 100 m, har Hanus og Hallur skuldu royna seg móti Tummas Napoleon Arge. Hetta fór at verða trupult, tí Tummas Napoleon er ein av skjótastu føroyingunum nakrantíð. Tað vísti seg to at serliga Hanus megnaði at pressa Tummas Napoleon allan vegin. Tað var tó Tummas Napoleon sum fór við sigrinum, við tíðini 12,54 sek, meðan Hanus rann 12,57 sek og Hallur 12,97 sek. Í nógva mótvindinum var Hanus bara 0,01 sek frá sínum persónliga metið. Tíðin hjá Tummas Napoleon var skjótasta tíð á 100 m á degnum.

Gentur 20+

Louisa Svabo byrjaði kappingina við at debutera á 100 m. Hóast hon ikki er rennari, so var hon fyrst úr blokkinum, men kláraði ikki at halda móti rennarum. Tíðin hjá henni gjørdist 16,30 sek ið rakk til eitt annað pláss í bólkinum.

IMG_4932

Louisa fór beint til diskuskast aftaná, har hon kastaði 14,72 m.

Dreingir 20+

Eitt sum hevur eydnast væl í Hvirluni er at motivera íðkarar til at hugsa langsigtað, og sæst tað á stóra talinum av íðkarum sum halda áfram við at íðka eftir at teir blíva vaksnir. Heilir seks íðkarar vóru í reyðum í hesum bólkinum. Teir vóru: Kristian Martin Garðalíð, Helgi Geyti, Trygvi Laksáfoss, Steinolvur Geyti, Bogi Berg og Rúni Jacobsen.

IMG_0508

Fyrsta greinin var trýstøkk, har Trygvi, Bogi og Helgi royndu seg. Bogi legði hart út við at leypa 12,51 m longu í fyrsta umfarið. Trygvi byrjaði róliga, og vísti tað seg, kanska í so róliga, tí hann fekk ikki teknikkin at rigga heilt hesaferð, og leyp eina fyri hann stutta longd uppá 12,22 m. Helgi ognaði sær eitt triðjapláss við 10,82 m.

So var farið til diskuskast, har Helgi, Rúni, Kristian Martin og Steinolvur royndu seg. Hesa kapping vann Helgi sum vantað. Hann kastaði 28,76 m. Dysturin um annað pláss var sera tættur, men Rúni var tann drúgvasti við einum kasti uppá 23,94 m, ið er persónligt met. Honum á bakið kom Kristian Martin, við 22,68 m, ið eisini er persónligt met. Steinolvur kastaði 21,30 m.

Síðsta greinin við hvirluluttøku var 100 m, har fýra av teimum seks startandi vóru í reyðum. Hesir vóru Trygvi, Bogi, Helgi og Kristian Martin. Trygvi og Bogi vóru skjótastir úr blokkinum, og hildu teir trygt allan vegin. Tíðin hjá Trygva var 12,67 sek, meðan tíðin hjá Boga var 12,91 sek. Hetta var fyrstu ferð Bogi rann við góðkendum vindi. Kristian Martin kom á mál við tíðini 14,70, meðan Helgi koma á mál við tíðini 14,71 sek.

Nú er so at minnast til at melda til næsta umfarð av Grand Prix, sum verður um 14 dagar!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder