JN

Nógv íslendsk uppisjóvarskip í havn í Føroyum

...

2017-04-07 18:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Nógv íslendsk uppisjóarskip eru í havn í Føroyum, tey bíða helst eftir, at svartkjaftafiskiskapurin skal taka seg upp í føroyskum sjógvi.

Í Havn liggja: Hoffell, Aðalsteinn Jónsson og Jón Kjartansson.

Á Tvøroyri eru Víkingur, Beitir, Børkur og Venus, har myndirnar eru frá.

Á Fuglafirði er Polar Amaroq, sum er grønlendskur, men partvís hevur íslendska manning.

Reidar Simonsen tók myndirnar á Tvøroyri seinnapartin í dag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder