Tíðindaskriv
Nógv hendir áBýarbókasavninum í hesi vikuni.
Mánadagin byrjarNorðurlendska bókasavnsvikan fyri seytjandu ferð fyri atbirta undir upplestur, norðurlendskt frásøgukynstur og bókmentir.
Mikudagin 13.november kl. 13 á barnabókasavninum lesur Hans Tórgarð upp fyri børnunum umBrúsa: Brúsi sigur frá vetrinum.
Aftaná søguna kunnu børnini skriva hvør sítt postkorttil onkran í familjuni og posta tað í okkara postkassa, so verður postkortiðsent dagin eftir.
Postkortið hevur motiv eftir málningi hjá Esben Hanefelt Kristensen.
Áðrenn børnini fara heim aftur, fáa tey eitt endurskin, so tey kunnu síggjast ímyrkrinum.
Fríggjadagin 15. november kl. 17 erbókaframløga.
Í sambandi við, at Sprotin gevur út yrkingasøvnini: Egeri næstur eftir Oddfríð Marna Rasmussen og Tú veitst ongantíð eftirRon Padgett, sum Oddfríður MarniRasmussen hevur týtt, verður bókaframløga.
Oddfríður fer at lesa upp yrkingar aftur við basspæli frá Agnari Lamhauge, oghann fer at hugleiða eitt sindur um upprunan til bæði søvnini. Eisini ber tilat ogna sær eitt signerað eintak av báðum søvnunum.
Leygardagin 16. november kl. 10-14 erspælidagur.
Vit finna borðspølini fram og fara at spæla um altbókasavnið.
Tað verður ludo, talv, matador v.m.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald