2015-11-30 21:30

Skipasmiðjurnar hava úr at hera í hesum døgum - nógv skip eru til árligt eftirlit o.a. viðlíkahaldsarbeiðið.
Á Skála eru: Skoraberg, Vestmenningur og Sermilik.
Í Havn eru: Fram, ??got, Brestir, Eivind, Magnus Heinason, Vesturleiki og Vesturtúgva.
Í Klaksvík eru: Grønanes, Rókur og Lerkur.
Harumframt er Vágs Skipasmiðja, teir hava eitt ávíst samarbeiði við Klaksvíkar Sleipistøð, Lerkur hevur í farnu viku verið á beding í Vági, men júst nú er eingin - annars arbeiða 12 mans á Skipasmiðjuni í Vági.
Tey flestu skipini verða klár innanfyri 14 dagar, men so eiga onnur tørn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald