Vinna

Nógv arbeiði á skipasmiðjuni MEST

...

2013-10-18 13:48 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Á skipasmiðjuni MEST hava teir úr at gera í hesum døgum. Í Havn standa Artic Viking, Esturbúgvin og Vesturbúgvin uppi, teir eru allir til árligt eftirlit, eisini skulu nakrar smávegis ábøtur fáast frá hondini - myndirnar eru tiknar týsdagin. 

Tá ið Artic Viking verður klárur, væntandi um eina viku, fara teir á rækjuveiðu í Barentshavinum. Vesturbúgvin og Eysturbúgvin, sum hava fiskað gulllaks alt summar, fara aftur á upsaveiðu.

Hjá MEST á Skála er Enniberg til umbyggingar, Enniberg skal skifta høvuðsmotor, nær tað arbeiði verður liðugt er ikki heilt greitt, men mett verður, at Enniberg verður klárur, at fara til fiskiskap aftur miðskeiðis í januar.

Myndir: Jóanis Albert.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder