Vinna

Nøgdin av sild er minkað í føroyskum øki

...

2015-05-20 21:22 Author image
placeholder

Sildatúrur liðugur

Magnus Heinason er júst afturkomin av sildakanning norðanfyri. Fyribilsúrslitini vísa, at nøgdin av sild er minkað í føroyskum øki í ár, í mun til undanfarnu árini. Fyrivarni skal tó takast fyri, at vánaligu veðurlíkindini kunnu hava ávirkað kanningarnar negativt. Hinvegin, so var nakað meira av smáari sild fingið í ár enn seinnu árini.

Kanningarnar eru skipaðar sum felags kanningar. Umframt Magnus Heinason vóru rannsóknarskip úr Danmark, Íslandi, Noregi og Russlandi við í kanningunum. Endamálið við kanningunum er millum annað at fáa tilfar til vega, sum liggur til grund fyri stovnsmetingunum, sum verða gjørdar seinni í summar.

??rslitini frá kanningunum verða endaliga viðgjørd á felags fundi ímillum luttakandi londini um hálvan juni, og verða kunngjørd í eini felags frágreiðing eftir fundin.

Meiri fæst at vita við at lesa túrfrágreiðingina her. Tað skrivar www.hav.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder