2014-07-09 03:11
Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, hevur sett Niels Nattestad í tíðaravmarkað starv sum skúlastjóri í Venjingarskúlanum í Tórshavn. Niels Nattestad, sum áður hevur verið stjóri í Venjingarskúlanum, fer í hesum umfari at røkja stjórastarvið í 5 mánaðir frá 1. august til 31. desember í ár.
Jógvan Dahl, varaskúlastjóri, hevur røkt skúlastjórastarvið farna skúlaár.
Tórshavnar Býráð samtykti 25. juni í ár broytingar í skúlabygnaðinum í kommununi og hevur í tí sambandi sent umbøn til Mentamálaráðið um góðkenning av, at Tórshavnar Kommunuskúli og Venjingarskúlin verða lagdir saman í ein nýggjan Vesturskúla frá 1. januar 2015.
Niels Nattestad verður sostatt stjóri í Venjingarskúlanum, meðan arbeitt verður við at leggja báðar skúlarnar saman.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald