Mentan

Niðurstøðan eigur at elva til gjølliga umhugsan

...

2014-07-07 14:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Herálvur Jacobsen skrivar á www.lararafelag.fo:

Færri og betri skúlar


Niðurstøðurnar í arbeiðsriti, sum tankasmiðjan CEPOS hevur gjørt um bygnaðarbroytingarnar í danska fólkaskúlanum, eiga at elva til gjølliga umhugsan. Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags, skrivar

Í mai mánaði í fjør gav danska borgarliga-liberala tankasmiðjan CEPOS út arbeiðsrit við heitinum ???De foreløbige erfaringer fra kommunernes skolelukninger???. Hetta er áhugaverdur lesnaður, tí eisini hjá okkum eru hugsanir frammi um at broyta skúlabygnaðin. Grundgevingarnar eru tær somu, at mann væntar bæði sparingar og góðsku- og námsfrøðiligar fyrimunir.

Í arbeiðsritinum verður víst á, at hóast nevndu væntanir, so eru ongar kanningar gjørdar av, um nú úrslitini eru sum væntað. ??tlanin við arbeiðsritinum er at seta skjøtil á tað arbeiðið. Fyrivarni verður tikið fyri, at broytingarnar í skúlabygnaðinum í Danmark av álvara byrjaðu í 2007, og tí er so lítið fráliðið, at endaliga úrslitini neyvan síggjast enn.

Sjálvandi er tað eitt sindur váðið hjá okkum at gera samanberingar við danska fólkaskúlan, har út ímóti 600.000 næmingar ganga og umleið 50.000 lærara starvast. Tá vit tosa um skúlastødd, so er miðal næmingatalið í almenna fólkaskúlanum í Danmark 428 næmingar, meðan tað hjá okkum eru í miðal 146 næmingar í hvørjum skúla. Vit eiga eisini at hava í huga, at í Danmark bera kommunurnar, við ávísum undantøkum, allar útreiðslur av fólkaskúlunum.

Í ritinum er komið fram til tríggjar niðurstøður: Sum tað fyrsta, so eru útreiðslurnar fyri hvønn næming í fólkaskúlanum vaksnar munandi skjótari í kommunum, har talið av fólkaskúlum er lækkað, samanborið við aðrar kommunur. Sum tað næsta, so er talið av skúlaungdóminum, sum ganga í privatskúla, vaksið munandi skjótari í kommunum, sum hava lækkað talið av fólkaskúlum, samanborið við aðrar kommunur. Sum tað triðja, so eru úrslitini hjá skúlunum, at lyfta næmingarnar í fráfaringarroyndunum, í mun til væntaðu úrslitini, lakari, um skúlarnir í økinum eru fækkaðir. Her er tó talan um hagfrøðiligar ábendingar og ikki vissu. Víðari verður sagt í ritinum, at hesar niðurstøðurnar eiga at elva til gjølliga umhugsan. Bygnaðarbroytingarnar hava higartil eingi positiv úrslit havt við sær yvirhøvur, umframt at miðsavnanin av fólkaskúlunum hevur elvt til negativar reaktiónir millum foreldur, sum í størri mun velja fólkaskúlan frá.

Hesar niðurstøður eiga at skaka hugsanina, at bygnaðarbroytingar av sær sjálvum hava fyrimunir við sær. Skjótar og einfaldar loysnir eru tølandi. Veruligar ábøtur krevja hinvegin ráðlegging og tíð.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder