2016-07-02 15:26

5 bátar vóru í dag við í róðrinum hjá 8-mannaførum.
Nevið Reyða, Gullbrandur og Knørrur fingu besta startin, Argjabáturin eitt sindur aftanfyri og Tofta Regin aftast.
Tá ið hálvt málið var rógvið var ikki leyst frá nr. 1 til 4
Serliga stóð kappingin millum Nevið Reyða og Gullbrand, Knørrur ½ bátslongd aftanfyri og ½ bátslongd til Argjabátin, aftast Tofta Regin.
Nevið Reyða vann sannførandi við 1½ bátslongd.
1. Nevið Reyða 4.50.01
2. Gullbrandur 4.54.05
3. Knørrur 4.54.15
4. Argjabáturin
5. Tofta Regin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald