2017-11-24 08:54
Í gjár var ein dystur í FTZ-deildini í hondbólti hjá monnum, tá ið Kyndil og Neistin møttust. Tað var Kyndil ið byrjaði betri, og longu eftir 7. min. fekk Carl Herup Olsen beinleiðis reytt kort tá ið hann gjørdi brotskast móti Kyndli. Tá ið 17. min. vóru leiktir var støðan 9-4. Hálvleiksstøðan var 12-11.
Neistin byrjaði seinna hálvleik betri, og komu á odda 13-15 eftir 36. min. Tíðani kom Kyndil á odda 22-15 tá ið 49. min. vóru leiktir. Tá ið 58. min. vóru leiktir var støðan 24-21 til Kyndil. Beint áðrenn dysturin endaði fekk Bartal K. Olsen beinleiðis reytt kort, og brotskast til Neistan, Rasmus Søby javnaði til 24-24, sum dysturin eisini endaði.
Neistin: Høgni Zachariassen 5, Rasmus Søby 5, Pætur Mikkjalson 4, Torkil M. Hentze 4, Rune Olsen 4 og Djóni Højgaard 2.
Støður:
5. min. 3-2
10. min. 6-3
15. min. 7-4
20. min. 9-6
25. min. 11-8
30. min. 12-11
35. min. 13-14
40. min. 16-15
45. min. 18-15
50. min. 22-17
55. min. 22-18
60. min. 24-24
Støðan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald