2017-05-23 08:32
Neistin hevur gjørt avtalu við 2 danskar leikarar frá 1. Aug. 2017. Rasmus Søby úr Jútlandi, 32 ára gamal vinstra handaður bakspælari. Stina Madsen úr Jútlandi, 36 ára gomul vongspælari.
.Rasmus Søby, sum skal spæla við besta mansliðnum hjá Neistanum komandi kappingarár, er ein sera royndur leikari. Hann hevur spælt sum professionellur hondbóltsleikari í fleiri ár. Hann hevur m.a. spælt í hesum feløgum: Bjerringbro FH, Fyllingen IL, Artepref Aranda, HSG Varel, ASV Hamm, Lemvig/Thyborøn, Mors-Thy. Rasmus spælir í løtuni við Fredericia HK í 1. div.
.
Stina Madsen, sum skal spæla við besta kvinnuliðnum hjá Neistanum komandi kappingarár er eisini ein royndur leikari. Hon hevur m.a. spælt við Slagelse FH/DT, FCK håndbold, Team Esbjerg og HC Odense. Stina hevur eisini roynt seg sum ungdómsvenjari.
.
Rasmus og Stina liva saman. Tey gleða seg sera nógv til hesa avbjóðingina í Føroyum og vóna at kunna geva av sínum royndum til bestu liðini hjá Neistanum, sum eru í besta blóma við nógvum ungum leikarum.
.
Neistin ynskir Rasmus og Stinu hjartaliga vælkomin í felagið við vón um eitt gott komandi kappingarár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald