JN

Neistakvinnurnar vunnu á kyndilskvinnum

...

2014-02-19 00:59 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Dysturin í Elektrondeildini í kvøld millum Kyndil og Neistanl endaði við at Neistin vann 26-29 á Kyndli, sum liggur ovast í Elektrondeildini og sum fyri góðari viku síðan vann steypafinaluna í CocaCola-kappingini.

Tað var Neistin, sum hevði leiðsluna allan dystin - støðan í hálvleikinum var 7-16 til Neistan. Kyndil vann eitt sindur inn á Neistan í seinna hálvleiki, men bitin var ov stórur - sostatt fór Neistin við báðum stigunum. Neistin hevur nú 15 stig og eru komnar á 3. pláss - Kyndil liggur enn ovast í Elektrondeildini við 23 stigum eitt stig frammanfyri VÍF, men Kyndil hevur leikt ein dyst meira enn VÍF.

Kyndil: Kristina Griksaite, Røskva S. Nielsen, Gurðið G. Eystberg, Jórun S. Ludvig 1, Bára K. Hansen 4, Anna Sofía H. Mohr 1, Bjarta O. Johansen, Anja Heinadóttir 4, Anna Brimnes 2, Beinta Bárðardóttir, Simona Petersen 14, Annika Sigurdsdóttir, Guðrun R. Olsen og Randi S. Wardum.

Neistin: Fríða Petersen, Susanna Nólsoy, Birita Jacobsen, Eir Berg 3, Bára Hansen 5, Birita Wardum 2, Kristianna Balle, Eyðvør á Dunga, Annika Thomsen, Rakul Augustinussen 3, Marjun Luicic, Nicoleta R. Hansen 8 og Jacklin Djurhuus 8.

Støður:

5. min 0-1

10. min. 1-5

15. min. 2-8

20. min. 3-11

25. min. 5-13

30. min. 7-16

35. min. 10-19

40. min. 14-21

45. min. 16-23

50. min. 21-24

55. min. 23-26

60. min. 26-29

Dómarar: Eyðun Samuelsen og Heri Petersen

Áskoðarar: 50

Støðan
NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1Kyndil153512757623
2VÍF143803057522
4VB133403271314
3Neistin143453341115
5StÍF13273359-865
6Stjørnan13263352-893

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder