Ítróttur

Neistakvinnurnar í CocaCola-finaluni

...

2014-02-02 22:25 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Neistakvinnurnar, sum í gjár vunnu í Vági á VB (28-20) vunnu eisini seinna hálvfinaludystin, sum varð leiktur í Havn í dag - úrslitið gjørdist 24-23 eftir hálvleiksstøðuna 11-11.

Sum skilst, so var tað ein góður dystur, bæði liðili løgdu nógv fyri og serliga vóru tað málmennirnir, sum vístu gott málmansspæl. Liðini fylgdust allan dystin, málmunurin var fyri tað mesta eitt mál, men Neistin dróg longra stráðið aftur í dag. Tær hava sostatt leikt seg í finaluna í CocaCola-kappingini.

Neistin: Eir Berg 6, Nicoleta R. Hansen 5, Jacklin Djurhuus 4, Bára Hansen 2, Unnur Danielsen 2, Birita Wardum 2, Rakul Augustinussen 2, Súsanna Seloy 1


VB: Ingrita Kuodyte 7, Gintare Butkeviciute 5, Laila Jespersen 3, Ránnvá Johannesen 2, Helga Kjærbo 2, Birita Olsen 2, Una Nolsøe 1, Rúna Midjord 1,


Støður:

5. min. 2-1

10. min. 4-2

15. min. 5-5

20. min. 7-7

25. min. 9-8

30. min. 11-11

35. min. 13-13

40. min. 15-16

45. min. 17-17

50. min. 19-18

55. min. 21-21

60. min. 24-23


Dómarar: Dánial Samuelsen og Uni Wardum.




Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder