Nú um dagarnar frættist, at Havnar kommuna vil hava ein annan fíggingarleist, tá um afturbering til kommununar fyri útlegging av eldraøkinum umræður.
Í áravís hevur verið víst á frá kommununum, at summar kommunur hava stórar trupulleikar av dupultskattaavtalunum ið landið hevur gjørt, sum hava við sær at ávísar kommunur fáa serliga lítið av peningi inn í skatti. Í hesum høpi hava vit tó lítið og onki hoyrt til Heðin Mortensen, tí at hetta er ikki ein trupulleiki ið hansara kommuna er rakt av.
Í áravís hevur man eisini politiskt arbeitt við, hvussu man frá landsins síðu kann rætta uppá ójavnan ið man hevur sæð er gjørdur millum kommunur, uttan at tó nakað úrslit hevur staðist burturúr.
Nú er tó vent í holuni.
Nú er ein fíggingarleistur í uppskoti, sum er onki minni enn størsta frambrot nakrantíð fyri veik øki í Føroyum. Endiliga, eftir ekka og trega í áratíggju, er eitt uppskot á veg í Løgtingið, sum kemur at lyfta tey veiku økini, og sum ger at munurin millum borgarar í kommunum verður minni.
Í trý ár hava vit nú hoyrt brølini um, at samgongan er við at forkoma hesum samfelagnum við at skapa størri stættarmun. Í trý ár hevur regnað við atfinningum frá hesum somu fólkum um, at breiðu herðarnar skulu bera tyngstu byrðarnar.
Nú er samgongan við at leggja seinastu hond á eina afturbering, sum í stóran mun kemur at beina fyri stættarmuninum millum borgarar í hesum landinum. Nú verða tað breiðu herðarnar, sum koma at bera tyngru byrðarnar.
Og hvat ger so sosialistiski Heðin? Nei, nú smakkar hetta honum ikki, tí tær seinastu útrokningarnar vísa at Havnin fær 10 mió kr minni enn økið kostar. Fyri at seta hetta í perspektiv kann sigast, at Havnin fyrstu 8 mánaðirnar í ár hevur fingið 16 mió kr meiri inn enn í fjør, við sama skattatrekki.
Góði Heðin, tað er í Havn ið breiðastu herðarnar eru. Hesar breiðu herðar hevur tú undir hond. Hesar herðar skulu berast við varsemi, og skulu ikki brúkast til at skumpa øll onnur um koll, soleiðis at tað bara verður ein kommuna standandi eftir.
Nú Fólkaflokkurin við Jørgen á odda, er við at lyfta smærru kommununar á eitt meiri hóskandi støði, fyri at tær skulu megna at taka ímóti eldraøkinum á nýggjárinum, roynir Javnaðurin við Heðin á odda alt hann er mentur fyri at fáa fíggingarleistin eitt sindur meiri ósolidariskan fyri smærru kommununar, soleiðis at tær stóru, ríku kommununar kunnu bjóða sínum borgarunum betri eldrarøkt enn úti á bygd. Skilji tann ið skilja vil.
Løgið er tað kortini at síggja, at tann sum hevur verið skýrdur at vilja samhaldsfestinum í landinum ilt, nú er tann sum roynir at økja um samhaldsfesti, meðan tann sum hevur skýrt seg sjálvan verja samhaldfestisins, nú er sær sjálvum næstur.
Spennandi verður at fylgja gongdini, um Javnaðurin í Løgtinginum er samdur við Heðin, um at halda fast við stættarmunin ið gjørdur verður millum borgarar og millum kommunur.
Eg meti at vit eru komin væl ávegis at definera fíggjarleistin til útlegging av eldraøkinum, og at vit eiga at halda fast við leistin í uppskoti.
Eitt valaarbeiði av fíggjarmálaráðharra okkara, og ein framúr vælvild frá kommununum sum heild.
Brandur Sandoy, tingmaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald