2014-08-14 19:28
So nærkast av álvara tíðin, tá ið ókeypis íverksetanarráðstevnan hjá Nebula verður hildin leygardagin 16. august klokkan 13 til 17.
Ráðstevnan byrjar klokkan 13, tá Heðin Mortensen, borgarstjóri, setir tiltakið. Og síðani eru áhugaverdar framløgur á skránni um tær mongu og ymisku avbjóðingarnar, sum íverksetar hava.
Ráðstevnan, sum í tvey ár á rað hevur lokkað fleiri enn hundrað luttakarar til, verður í ár hildin í Müllers Pakkhúsi í Tórshavn. Tað er Halgir Winther Nagata, sum skipar fyri ráðstevnuni, og í ár samstarvar hann við Hugskotið, nýggja íverksetarahúsið hjá Tórshavnar Kommunu.
Fjølbroyttar framløgur
Eftir at Heðin Mortensen, borgarstjóri, klokkan 13 hevur sett ráðstevnuna, er ein røð av framløgum á skránni, sum viðgera umstøður og avbjóðingar hjá íverksetarum.
Høvi verður at hoyra Jónhild Rasmussen, leiðara í Hugskotinum, Rana Nolsøe, leiðara í íverksetarahúsinum í Klaksvík, Eyðun Mørkøre, stjóra á TAKS og Biritu Sandberg Samuelsen, sakførara, sum viðger hugtakið immaterial ognarrætindi, sum umfatar patent, vørumerki o.a.
Eisini luttekur danski íverksetarin Lars Wiberg Ettrup , sum greiðir frá sínum royndum í Keypmannahavn, har hann eitt nú hevur stovnað ein skrivstovufelagsskap fyri íverksetarar, ið nevnist Rocket Labs.
Dagurin endar við pallborði, har Jónhild Rasmussen frá Hugskotinum og íverksetarnir ??lavur Ellefsen og Heri Schwartz Jacobsen umrøða umstøðurnar hjá íverksetarum í Føroyum. Orðstýrari er Kristianna Winther Poulsen.
Millum framløgurnar ber til at søkja sær ráðgeving í básum, har Hugskotið, TAKS, Vinnuframi, Eik banki og Numo grannskoðanarvirkið eru umboðað.
Høvi at netverka
Hesin seinnaparturin í Müllers Pakkhúsi er ætlaður sum íblástur og sum eitt høvi hjá fólki at fáa meira innlit í íverksetan umframt at hitta onnur við somu dreymum og somu ætlanum. Um fólk einans ynskja at hoyra einstakar av øllum framløgunum, ber væl til at koma og fara, júst sum hugur er til tess.
Sponsorar eru Hugskotið, Tryggingarfelagið Føroyar og Vinnuhúsið.
Skráin og aðrar upplýsingar eru at finna á heimasíðuni hjá Nebula áwww.nebula.fo.
??ll eru hjartaliga vælkomin, og fyrireikararnir vóna at síggja nógv fólk í Müllers Pakkhúsi hendan dagin. Ráðstevnan er ókeypis, og tilmelding er ikki neyðug.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald