2014-07-26 02:30
Íverksetanarráðstevnan Nebula verður triðja árið á rað hildin leygardagin 16. august. Aftaná tvey væleydnað tiltøk vendir ráðstevnan aftur við nýggjum spennandi framløgum og básum, alt við endamálinum at gera leiðina frá hugskoti til veruleika greiðari og atkomiligari. Tað er ókeypis at luttaka.
Í ár verður ráðstevnan fyriskipað í samstarvi við Hugskotið, nýskapanarhúsið sum Tórshavnar Kommuna hevur tikið stig til og sett á stovn í ár. Millum framløgurnar á tiltakinum verður greitt nærri frá Hugskotinum og tess endamáli, og eisini ber til at leita sær ráðgeving í bási teirra.
Við fleiri enn hundrað luttakarum tey bæði undanfarnu árini, er lagt upp til eitt stimbrandi umhvørvi við hollum møguleikum at læra frá framløguhaldarum, básum og øðrum luttakarum. Skráin hevur sjálvandi eisini luft til ein kaffimunn og høvi at netverka fyri at finna fram til tín næsta lyklapartnara.
Tað kostar einki at luttaka í tiltakinum, sum verður hildið leygardagin 16. august 2014 í Reinsarínum í Tórshavn. Nærri upplýsingar finnast á heimasíðuni hjá ráðstevnuni,www.nebula.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald