Vinna

Navigare hevur flutt 2.000.000 tons seinasta árið

...

2021-04-03 12:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í vikuni var Hav Atlantic hjá Navigare á Miðvági, og í tí sambandi settu vit okkum í samband við fólk á skrivstovuni hjá felagnum.

Fyritøkan sum í fjør skifti navn frá Frakt & Sand til Navigare var sett á stovn í 1966. Í dag starvast um 150 fólk hjá Navigare.

Fyritøkan eigur 11 skip og hava raksturin av trimum øðrum. Afturat tí so eru fleiri skip, sum Navigare leigar til ymiskar lastir. Í mars høvdu teir brúk fyri 8 skipum frá øðrum reiðaríum.

Navigare hevur tað seinasta árið flutt 2.000.000 tons.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder