Vinna

NATA lýsir eftir umsóknum

...

2015-08-10 16:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 NATA er samstarvsavtala millum ferðavinnuráðharrarnar í Grønlandi, Íslandi og Føroyum. Endamálið er at menna samstarv um felags áhugamál í ferðavinnu og at styrkja ferðamøguleikarnar og mentanarliga samskiftið millum hesi trý londini.

NATA letur tvey sløg av stuðli: 
 
1. Ferðavinnumenning og marknaðarføring
2. Ferðastuðul
 
NATA er serliga áhugað í verkætlanum, ið leggja áherðslu á burðadygga ferðavinnu.
Nærri upplýsingar um stuðulsmøguleikarnar fáast við at lesa vegleiðingina, sum liggur á heimasíðuni nata.fo ella við at venda sær til NATA á [email protected]. Søkt verður umvegis heimasíðuna.
 
Umsóknarfreistin er týsdagin 1. september 2015. Umsøkjarar fáa svar 8. oktober 2015. Stuðul kann ikki søkjast til verkætlanir og ferðir, ið eru av innan 8. oktober 2015.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder