
Søkt verður eftir námsfrøðiligum stuðli, 25 tímar um vikuna, til Barnaverdartænastuna í Vágum. Starvið verdur sett tann 1. apríl ella skjótast aftaná tað.
Eitt nýstovnað starv, sum námsfrøðiligur stuðul, 25 tímar um vikuna, hjá Barnaverndartænastuni fyri Sørvágs- og Vága kommunum, er leyst at søkja.
Talan er um eitt avbjóðandi starv, á einum spennandi arbeiðsplássi, við góðum starvsfeløgum. Vit vænta okkum ein starvsfelaga, sum megnar at arbeiða "sosialpedagogisk" og sum kann varða av børnunum/teimum ungu, 0 til 23 ár, í tøtttum samstarvið vid málsviðgera. Eisini ynskja vit at tú kanst átaka tær samskiparaleiklutin og føra út í verki at fáa gerandisdagin hjá børnunum/teimum ungu at virka. Í starvinum kann væntast nógv samskifti og samstarv við samstarvspartnarir, so sum familjan, dagstovnar, skúlar og frítíðarskúlar, og vit vænta, at tú luttekur virkin, tá netverksfundir eru.
Vit vænta at tú
- Ert útbúgvin námsfrøðingur ella hevur aðra viðkomandi útbúgving
- Hevur áhuga at arbeiða vid børnum, ungum og familjum
- Hevur góð evni at samstarva og arbeiða sjálvstøðugt
- Tú dugir at orða teg, bæði í skrift og talu
- Hevur møguleika at arbeiða í skiftandi vaktum
Vit ynskja starvsfólk sum
- Við jaligum hugburði vil vera við til at menna virksemi hjá Barnaverndartænastuni
- Geva sítt ískoyti til trivnaðin á deildini
- Hevur koyrikort og egnan bil
SETANAR OG L??NARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett eftir sáttmálamillum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Pedagogfelag Føroya
UMS??KN
Saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving, royndir og revsiváttan skulu vera Barnaverndartænastuni í hendi, í seinasta lagi 16. mars 2017.Merkið umsóknina ???námsfrøðiligur stuðul???.Seturnarsamrøður verða væntandi í viku 13.
Umsóknin kann sendast umvegis teldupost, til [email protected], og umvegis Posta, til Barnaverndartænastan í Vágum, Jatnavegur 2, 370 Miðvágur.
MEIRA F??ST AT VITA
við at venda sær til Regin Johansen, leiðari, telefon 344430.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald