Politikkur

Námsfrøðilesandi - hví tað?

...

2014-10-16 02:31 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Pedagogfelag.fo skrivar: Næsta mikudag, 22. oktober, verður ljós varpað á námsfrøðiútbúgvingina á einum kafetiltaki í matarhøllini á námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum. Millum annað greiða lesandi frá. Tað er limabólkurin fyri námsfrøðilesandi, ið skipar fyri.

Í Føroyum er møguleiki at lesa til námsfrøðing á námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Hvørt ár verða uml. 35 nýggj lesandi tikin inn á skúlanum.
Í juni í ár fingu 28 nýggir námsfrøðingar handa B. Ed.-prógv. Við próvnum í hondini liggur framtíðin í teirra hondum. Hesi hava nú møguleika at søkja sær starv á námsfrøðiliga økinum, sum millum annað umfatar smá og stór børn, ungdóm, menniskju við serligum tørvi og eldri menniskju bæði á dag- og døgnfyriskipanum.

Bachelorútbúgving
Hetta er triðja árið, at lesandi innan námsfrøði frá Fróðskaparsetrinum koma út við B. Ed.-prógvi.  Viðurskiftini við øðrvísi útbúnum limum byrjaðu, tá námsfrøðingaútbúgvingin í Danmark broytist til eina professiónsbachelorútbúgving um aldarskiftið.  Í Føroyum kom ein kunngerð frá november 2009, um útbúgvingina av fólkaskúlalærarum og námsfrøðingum.
Lestrartíðin er fýra ár - ymisk ár, ið á hvør sín hátt eru sermerkt. Tey lesandi skulu ígjøgnum fleirið skeið við uppgávum og  starvslærum. Ein B. Ed.-verkætlan verður eisini gjørd, ið verður framd samsvarandi endamálunum fyri útbúgving til B.Ed. innan námsfrøðingayrkið og skal vera á slíkum støði, at hon verður viðurkend sum grundarlag undir framhaldslestri til diplom bæði í Føroyum og uttanlands. 
Fjórða lestrarárið verður ein YRV skrivað, ið er ein yrkisrættað verkætlan, har endamálið er at samantvinna vísindaligt ástøði við væl grundaðar royndir frá egnari starvslæru fyri at koma til sjálvstøðugar niðurstøður um námsfrøðiligt virksemi á høgum støði. Innihaldið skal bæði ástøðiliga og verkliga verða yrkisrættað arbeiðinum sum námsfrøðingur. Yrkisrættaða verkætlanin skal hava ein almennan didaktiskan ella fakdidaktiskan part.

Dirvi og treiskni
Lestrartíðin krevur dirvi, áhaldni, treiskni, tvørheit og ikki minst áhugað. Tað at skulla lesa, kanna, granska, reflektera, tulka, skipa og skriva er ein grundleggjandi viðleikari í lestrartíðini. Tað týdningarmiklasta er tó, at tey lesandi megna at knýta vitanina til praksis. Hvussu hendan vitan kann setast í verk, er millum annað ein avbjóðing, nú ein møguligur gerandisdagur á námsfrøðiliga økinum er byrjaður. Afturat hesum eru aðrar avbjóðingar sum kunnu lýsast ígjøgnum fleiri ymisk sjónarhorn, til dømis fíggjarligt, námsfrøðiligt, etiskt, samfelagsligt og yrkisligt.

Kafetiltak
Føroya Pedagogfelag hevur sett á stovn ein limabólk fyri námsfrøði-lesandi, har endamálið er at savna tey námsfrøði-lesandi í ein bólk, hvørs endamál er at skapa eitt netverk fyri tey lesandi, og at skapa eitt samstarv millum fakfelag og  lesandi. Í bólkinum er pláss fyri fimm lesandi, og verður hesin bólkur valdur á hvørjum árið.
Mikudagin 22. oktober kl. 13.00-15.00 skipar hesin limabólkur fyri einum kafe-tiltakið í matarhøllini á námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Á skránni verður áhugaverd frágreiðing frá námsfrøðingi, ið fekk B. Ed.-prógv í juni 2013, har tað verður hugleitt um, hvussu tað er at verða nýggjur námsfrøðingur, og hvørjar avbjóðingar/uppgávur ein kann møta í arbeiðinum. Eisini kemur ein núvernadi 4. árs lesandi at greiða frá um lestrartíð sína. Umboð fyri limabólkin koma eisini at greiða frá um teirra virksemi. Tiltakið verður kryddað við "live" tónleiki.
??ll núverandi námsfrøðilesandi, bæði nær og fjar eru hjartaliga vælkomin - tiltakið er ókeypis!

Bjarni Beder
nevndarlimur í Føroya Pedagogfelag

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder