2014-12-15 18:00
![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Nakrar smærri broytingar verða gjørdar í flogrutunum fyri jólini og nýggjárið, av tí at eitt flogfar verður tikið úr rakstrinum.
Í sambandi við regluligt eftirlit av einum av okkara trimum Airbus flogførum er komið fram á nakað, sum skal kannast nærri og umvælast. Avleiðingin av hesum er, at hetta flogfarið verður ikki tøkt til jóla- og nýggjársferðsluna, og viðførir hetta nakrar minni broytingar í ferðsluni um jólini og nýggjárið. Upplýsingar um tær rutur, sum verða ávirkaðar av broytingunum, eru at finna á okkara heimasíðu atlantic.fo. Atlantic Airways setir seg í samband við tey ferðandi, sum verða ávirkaði av hesum broytingum.
Vit harmast um hesar neyðugu broytingar í flogferðsluni og vóna, at kundarnir vilja bera yvir við okkum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald