Síðani mai hevur ein lítil framgongd verið hvønn mánaða í talinum á løntakarum. Í september vóru 23.855 løntakarar, og tað er áleið tað sama sum í juni 2012. Veturin 2010, tá eitt nú Fisikavirking lat aftur, fækkaðust løntakararnir við 1000 fólkum. Síðani hevur talið sveiggjað, men er so smátt á veg uppaftur Tó eru enn 500 færri løntakarar enn á vári 2010. |
Tað er ein lítil framgongd í fiski- og alivinnuni og í byggivinnuni. Stóra framgongdin og orsøkin til samlaðu framgongdina síðani 2012 er í privatu tænastuvinnunum. Í september í ár vóru 8.138 løntakarar í privatu tænastuvinnunum, tað eru 323 fleiri enn í fjør, tað er ein framgongd uppá 4,1%. |
Gongdin í handli og umvæling Síðan kom fíggjarkreppan og longu í 2010 vóru tað 400 færri í handilsvinnuni, tað er ein afturgongd upp á yvir 10%. Í 2010, 2011 og 2012 vóru løntakararnir í handili og umvæling á sama lága stigi, men í september 2013 kvinkaði talið upp á 3050 løntakarar - framvegis færri enn í 2008, men áleið tað sama sum í 2004 og 2005. |
Stutt um árstíðarjavning og trendin |
Fleiri og nágreiniligari tøl eru at síggja í hagtalsgrunninum
|
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald