Vinna

Nakað færri løntakarar enn fyri einum ári síðani

...

2013-09-12 23:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Árstíðarjavnað vóru tað 23.642 løntakarar í juni, ið er umleið tað sama sum undanfarnu tveir mánaðirnar. Gongdin seinastu tvey árini er annars, at løntakaratalið var veksandi frá miðskeiðis í 2011 fram til juni 2012, tá tað var 23.774. Síðani er tað líðandi minkað við eini stórthundrað løntakarum.

Afturgongd í framleiðsluvinnunum
Tá hugt verður eftir løntakarum eftir vinnugrein, ber ikki til at árstíðarjavna, tí sveiggini í fiskivinnuni eru so stór og óreglulig. Tá er frægasti hátturin at samanbera við sama mánað árið fyri.
Í fiskivinnuni vóru 110 løntakarar færri í mun til juni 2012. Afturgongdin er 2,8%. Tað er eisini afturgongd í byggivinnuni, har tað í juni vóru 39 færri løntakarar í mun til sama tíðarskeið í fjør. Í tænastuvinnunum, bæði privatar og almennar, er ongin broyting.

Gongdin í fiskiskapi og fiskavøruídnaði
Sjálvt um tað hava verið rembingar í fiskivinnuni seinnu árini, so skerst ikki burtur, at gongdin síðan 1985 hevur verið eitt javnt fall í løntakaratalinum í hesum vinnum. Frá 1985 og fram til kreppuna í 1992 vóru yvir 6.000 løntakarar í hesum báðum vinnugreinum tilsamans, tá tað var uppá tað mesta. Tá kreppan rakti minkaði hetta niður í 4.000. Í tíðarskeiðnum frá 1993 til 2005 var gongdin ein javnur lítil vøkstur, sum tó kortini bert megnaði at koma uppá áleið sama støði sum undan 1992 kreppuni. Síðan 2005 hevur tað aftur verið javnt fall, og serliga í 2011 var stórt fall í fiskavøruídnaðinum. Sum gongdin er í løtuni kann staðfestast, at løntakaratalið í hesum vinnugreinum er umleið 2.800 - tað er tað minsta nakrantíð.

Stutt um árstíðarjavning og trendin
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.
Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í lønunum.
Til ber at lesa meira um árstíðarjavningher
Fleiri og nágreiniligari tøl eru at síggja íhagtalsgrunninum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder