Politikkur

Næststørsta kommunan í landinum er nú partur av Talgildu Føroyum

...

2021-03-12 15:13 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Seinnapartin í dag, grækarismessudag, skrivaðu Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvík, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, undir avtalu um Talgildu Føroyar. Við avtaluni er Klaksvík vorðin partur av Talgildu Føroyum.Hvannasunds kommuna hevur eisini gjørtavtalu av sama slag.

Kommunurnar fáaatgongd til talgilda undirstøðukervið, og kunnu, saman við 16øðrum kommunum, fara undir at menna talgildar tænastur til borgararnar á Vanganum. Klaksvíkarog Hvannasundskommuna rindasamanlagt2,78mió.kr. fyri luttøkuna.

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fegnast um, at Klaksvíkarog Hvannasundskommuna eruvorðnarpartur av Talgildu Føroyum. Gott 5.300 fólk búgva í Klaksvíkar kommunuogumleið 400 í Hvannasundi. Nú eru umleið 45.000 føroyingar fevndir av kommunala samstarvinum við Talgildu Føroyar. Írestandi kommunurnar eru hugaðar í at luttaka í felags menninginiav talgildum tænastum.Ein av stóru fyrimununum við felags menning er, at nógv kann endurnýtast ??? stovnar og kommunur fáa sostatt stóra nyttu úr samstarvinum.

"Uttan mun til hvar tú býrt, skalt tú kunna fáa atgongd til talgildu tænasturnar, sum verða mentar. Við felags menning og loysnum fáa allir partar av samfelagnum ágóða av talgilda undirstøðukervinum. Talgildu Føroyar mennaroyskartænastur á høgum støði, har trygd, skynsemi og atkoma fyri øll eru sett í miðdepilin." sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Í oktober í fjør vórðu Samleikin og Vangin tikin í nýtslu. Áhugin fyri loysnunum er stórur. 14.000 føroyingar hava longu skrásett sær Samleikan og kunnu brúka tænasturnar hjá teimum sjey tænastuveitarunum, ið longu eru á Vanganum. Harumframt eru fleiri fyritøkur og stovnar áhugaði at nýta loysnirnar til egnar tænastur.Meira kann lesast,um hvussu tú fært tær Samleikan á heimasíðunisamleikin.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder