Á ársins Mentanarnátt førdu allir vegir til Kongabrúnna í Havn, har Tryggingarfelagið Føroyar setti ferðing í miðdepilin saman við fleiri ferðaskrivstovum.
Heili 2.912 fólk vitjaðu høvuðssætið hjá Tryggingarfelagnum Føroyum Mentanarnáttina. Evnið í ár var ferðing. Tí varð torgið á Kongabrúnni umskapað til eina lítla miðalhavsbygd, har tey vitjandi fingu møguleika at kenna seg aftur sum ferðafólk sunnanfyri.
Miðalhavsdámur á Kongabrúnni
Torgið var skrýtt við klæðum og lutum, ið vanliga minna okkum um lívið við Miðalhavið. Eisini vóru hópin av angandi blómum hongdar upp á mongu brúgvarnar í bygninginum, soleiðis at tað veruliga angaði av suðurlendskum hýri á Kongabrúnni fríggjakvøldið. Tey vitjandi fingu eisini bjóðað ókeypis tapas smakkiroyndir, miðalhavstónleik og gávulutir. Umboð fyri ymiskar ferðaskrivstovur vóru somuleiðis á staðnum og bjóðaðu serlig ferðatilboð, ið einans vóru galdandi hetta kvøldið. Ferðaskrivstovurnar lótu væl at tiltakinum og upplýstu, at áhugin er stórur millum føroyingar at leita sær uttanlands at ferðast í ár.
Vinnarin av Instagram kappingini funnin
Vinnarin av Instagram kapping hjá Tryggingarfelagnum Føroyum varð at enda kunngjørdur á Mentanarnáttini. Kappingin snúði seg um, at luttakarnir skuldu taka mynd ella video av tí, sum tey mettu best lýsti tryggleika og merkja hetta #tryggleiki á Instagram. Heili 1.631 hashtags vóru skrásett til kappingina, sum Sandra Kallsoy vann við lutakasti. Hon vann ferð fyri tvey til Barcelona við 62°N.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald