Í ferðaætlanini hjá Strandfaraskipum Landsins komandi ár er økt sigling ásett um páskirnar og á jólum
- Brúkarar eftirlýsa, at skipini hjá Stransferðsluni skulu sigla meira um páskirnar og á jólum. Vit hava lurtað, og frá nýggjárinum verður siglingin økt.
Hetta sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, ið eisini umsitur samferðslumál í landsstýrinum.
Ítøkiliga ber tann betraða tænastan til brúkararnar hjá Strandfaraskipum Landsins í sær, at skipini sigla ein dupulttúr - tvs. aftur og fram eina ferð -langa fríggjadag, páskadag og fyrra jóladag.
Á tann hátt verður møguligt hjá fólki at ferðast høgtíðardagar, har ið tað higartil ikki hevur verið gjørligt.
- Landsstýrið vónar, at fólk taka væl ímóti hesi nýskipan, ið hækkar tænastustigið hjá Strandferðsluni, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald